Uttanlands

Bitcoin farin upp um 100.000 dollarar

Ongantíð fyrr hevur virðið á kryptogjaldoyranum verið so høgt

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-12-05 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kursurin á krypto-gjaldoyranum bitcoin er fyri fyrstu ferð nakrantíð farin upp um 100.000 amerikanskar dollarar, skrivar Reuters tíðindastovan.

Einaferð í nátt okkara tíð varð gjaldoyrað handlað fyri 103.000 amerikanskar dollarar á Binance, sum er ein av heimsins størstu keypsskálunum av kryptogjaldoyra.

Tað svarar til góðar 730.000 krónur, og bitcoin er harvið tað mest virðismikla kryptogjaldoyrað á Binance.

Næststørsta gjaldoyrað, Ethereum, kostar munandi minnið, og varð í nátt umsett fyri ein kurs á 27.600 krónur á Binance, skrivar danska TV2.

Bitcoin hevur verið í ógvusligum vøkstri hesa seinastu tíðina. Kursurin er tvífaldaður gjøgnum árið og gjaldoyrað er eisini vorið alt meira viðurkent sum ein meira vanlig íløguvøra enn higartil.

Virði á heimsumfatandi kryptomarknaðinum fór í november upp um 3.000 milliardir amerikanskar dollarar og lá hesa vikuna á 3.600 milliardum dollarum, svarandi til knappar 26.000 milliardir danskar krónur.

Kryptogjaldoyra er talgild gjaldoyru, sum brúka sokallaðu ‘blockchain’-tøkni. Tað merkir, at dátur um kryptogjaldoyrað ikki liggja goymdar hjá til dømis einum banka ella eini stjórn.

Funnið var fram til tøknina fyri at skapa eina gjaldsskipan, ið ikki var knýtt at bankum. Í dag er kryptogjaldoyra tó í stóran mun ein íløguvøra, skrivar tv2.dk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder