Miðamerikanska landið El Salvador, fer í dag – sum tað fyrsta landið í heiminum – at taka í nýtslu bitcoin sum lógligt gjaldoyra. Stjórnin hevur lovað 30 dollarar í bitcoin til øll, sum fáa sær serligu appina at brúka bitcoin við.
BBC skrivar, at yvir 200 nýggjar pengaautomatir nú verða settar upp kring um í El Salvador, so borgarar fáa høvi at veksla dollarar um til bitcoin.
Sambært stjórnini í El Salvador ver brúkið av bitcoin at hava við sær, at nógvir borgarar í landinum fyri fyrstu ferð nakrantíð fara at kunna hava virðir innistandandi í einum banka.
Kursurin á bitcoin hevur annars verið ógvuliga svingandi. Í september í fjør kostaði ein bitcoin 10.000 dollarar. Í apríl í ár kostaði hon 63.000 dollarar og í juli varð virðið fallið til 30.000 dollarar. Seinastu tíðina er kursurin hækkaður til 51.000 dollarar, og ávísir eygleiðarar halda, at avgerðin hjá stjórnini í El Salvador kann hava havt sína ávirkan.
Seinastu tíðina hava verið mótmælisgongur í høvuðsstaðnum, San Salvador, móti stjórnini, forsetanum Nayib Bukele, og ætlanunum um at brúka bitcoin sum gjaldoyra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald