2023-12-10 11:07
Í gjár varð boðað frá, at ein leysur hundur hevði bitið ein annan hund í bandi og eisini hundaføraran.
Viðkomandi gekk túr við fótbóltsvøllin við Eysturskúlan um 17-tíðina í gjár, tá hundurin leyp á. Tá eigarin síðani royndi at fáa leysa hundin burtur, beit hundurin eisini hann. Tíbetur fekk hann ikki nakran skaða.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tey vilja fegin hava fatur í eigaranum hjá leysa hundinum. Viðkomandi var á staðnum men gav seg ikki til kennar.
Fær løgreglan fatur á honum, kann hann vænta sær eina bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald