
Tríggir persónar eru á ótrúligan hátt bjargaðir úr rúgvunum av múrsteinsbrotum og húsaleivdum í Turkalandi í morgun.
Hetta skriva altjóða miðlar og tíðindastovur, so sum Reuters, í dag
Talan er um millum annað eitt barn, ið hevur verið innibyrgt, orsakað av stóru skaðunum, sum jarðskjálvtin 6. februar hevur havt við sær.
Hesi fólkini hava harvið verið í neyð í 296 tímar - í yvir tólv samdøgur.
Tað eru annars í stóran mun lík, ið verða funnin í ymisku rúgvunum í hesum døgum. Sambært Al Jazeera eru líka yvir 40.000 fólk funnin deyð í Turkalandi eftir jarðskjálvtan. Samlaða talið er yvir 46.000, tí sambært Sameindu Tjóðum hava yvir 5.800 fólk latið lív í jarðskjálvtanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald