Innanlands

Bjargaðu sluppunga í evstu løtu

Tórshavnar sløkkilið bjargaði Havalduni, sum lá við flótibrúnna úti í Bakka

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-05-27 11:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var upp á eitt hangandi hár, at sluppungin Havaldan, sum lá við flótibrúnna úti á Bakka, ikki sakk.

Tórshavnar sløkkilið kom við pumpum, og tað gekk akkurát at pumpa so mikið, at báturin fekst uppaftur. Báturin hevði stóra slagsíðu, og har manglaði ikki nógv í, so sakk báturin.

Havaldan er bygdur sum sleipibátur í 1919. Tað var Laurits Debes, ella Laurits í Mortansstovu, sum hann varð róptur, sum bygdi hann til Søren Müller.

Magnus Hansen, ein av eigarunum, upplýsir at hann hevur átt bátin í hálvan triðja mánað. Tá hann var umborð í gjárkvøldið, var alt sum tað skuldi vera.

Báturin er keyptur við tí endamáli at varðveita hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder