2023-08-04 09:31

Løgreglan hevur ikki havt nógv at gera hóast Summarfestivalurin fer í gongd seinnapartin í gjár. Full fólk eru altíð at taka sær av, men friðarligt hevur verið annars, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Men ein hending var við einum fullum manni, sum hevði heldur harðligan atburð á tjaldingarøkinum á Summarfestivalinum.
Politiið kom á staðið, men tað endaði við at nakrir vinmenn fóru avstað við honum.
Hetta gjørdist sostatt ikki ein politimál, og maðurin slapp undan stórvegis trupulleikum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald