Ein maður var í gjár bjargaður eftir at hava verið fangaður í eini holu í sunnara parti av Wales í meira enn tveir dagar.
BBC skrivar, at maðurin varð heysaður upp í eini børu í gjárkvøldið, og síðan koyrdur á sjúkrahús.
Hann hevði fingið skaða, men var við gott mót, upplýsa myndugleikarnir.
Sambært dpa-tíðindastovuni hevur maðurin brotið annað beinið, kjálkabeinið og fingið skaðar í ryggin.
Umleið 250 fólk vóru við í bjargingararbeiðinum. Millum teirra vóru nakrir av servandu bjargingarmonnunum, sum í 2018 vóru við til at bjarga eitt fótbóltslið av ungum dreingjum úr eini vatnfyltari holu í Teilandi, skrivar BBC.
Ein av bjargingarfólkunum upplýsir fyri BBC, at maðurin er ein royndur holugranskari, sum er væl fyri. Hann var bara áhaldsin, og setti fótin skeivt.
Sambært BBC hvarv maðurin í holuskipanini Ogof Ffynnon Ddu leygardagin. Hellið liggur í fjallaketuni Brecon Beacons, um 72 kilometrar frá høvuðsstaðnum, Cardiff.
Løgreglan varð fráboðað av einum øðrum holugranskara, sum var saman við manninum, tá hann traðkaði skeivt, og datt 15 metrar niður í holuna. Hareftir varð hann eisini raktur av fleiri rapandi steinum, skrivar Daily Mail.
Fyri at fáa mannin upp, máttu bjargingarlið arbeiða upp á skift, tí hann skuldu fáast upp í børu. Holan er 275 metrar djúp, og ein tann djypsta í Evropa.
Sambært Daily Mail tók tað bjargingarroyndin um 57 tímar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald