Innanlands

Bjargaður úr vesinum – skuldsettur fyri eldsáseting

Lítil eldur var á vesinum, nakað av roykskaða.

2026-08-18 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seint seinnapartin í gjár var sløkkiliðið kallað út til at sløkkja ein lítlan eld á almenna vesinum í Steinatúni í Havn.

Ein persónur var bjargaður út úr vesinum, og viðkomandi mátti flytast á landssjúkrahúsið at kannast fyri roykeitran. Men persónurin varð eisini skuldsettur fyri sjálvur at hava sett eld á, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.

Nakað av roykskaða var á vesinum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder