Innanlands

Bjargafuglur skal hava betri vernd

Higartil hevur tað bara verið sjófuglurin í bjørgum og urðum í Nólsoy, Skúgvoy og Mykinesi, sum hevur notið gott av strongum reglum um sigling undir landi í summarhálvuni, men tíðin er komin at vit víðka verandi vernd til at fevna allan bjargafugl í Føroyum, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna

2024-07-10 20:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú fer allur bjargafuglur at fáa somu vernd fyri órógv frá ferðslu á sjónum kring oyggjarnar.

– Tíðin er komin at vit víðka verandi vernd til at fevna allan bjargafugl í Føroyum, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna.

Higartil hevur tað bara verið sjófuglurin í bjørgum og urðum í Nólsoy, Skúgvoy og Mykinesi, sum hevur notið gott av strongum reglum um sigling undir landi í summarhálvuni.

Umhvørvismálaráðið sendir nú eitt kunngerðaruppskot í almenna hoyring, sum víðkar verndina til at fevna um allan sjófugl í landinum. Uppskotið hevur við sær, at ikki verður loyvt at sigla skjótari enn átta míl nærri enn 500 metrar úr landi í tíðarskeiðinum 15. apríl til 31. august. Ferðavmarkingin skal tryggja, at fuglurin verður órógvaður sum minst í bútíðini.

Freistin at gera viðmerkingar er sett til mikudagin 28. august 2024.

Umhvørvismálaráðið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder