
Tíðliga seinnapartin ringdu argjafólk til løgregluna um ein surfara, sum var staddur úti í Sandagerði. Fólk vóru bangin um hann, og hildu tað tí vera best at ringja eftir hjálp.
Tí var tað, at bæði løgregla og Rescue Tanum vórðu send á staðið, men tað vísti seg, at viðkomandi ikki tørvaði nakra hjálp kortini.
– Viðkomandi, sum boðaði frá, óttaðist, at tað skuldi enda galið, men hetta hevði einki uppá seg. Men tá vit fáa slík boð, so noyðast vit at reagera. Surfarin var komin innaftur á land, tá vit komu á staðið, sigur vakthavandi hjá MRCC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald