Nógv regn hevur verið í Tailandi í yvir eina viku, og alla hesa tíðina hava kavarar og hellisserfrøðingar til fánýtis roynt at berja seg gjøgnum alt vatnið fyri at fáa fatur á fótbóltsdreingjunum, usm hava verið fangaðir í helli síðani 23. juni.
Fótbóltsliðið fóru inn í helli fyri at kroka, tá tað fór at regna av grimd, men ov nógv vatn varð, og teir vórðu fangaðir.
Bjargingararbeiðið arbeiðir við ástøðini um, at teir 13 dreingirnir og venjari teirra eru djúpt inni í 10 kilometra longu Tham Luang-hellini og ikki sleppa út, tí at inngongdin er sperra. Hildið verður, at dreingirnir eru á einum turrum øki, sum kallast Pattaya Beach.
Seinastu dagarnar hava steðgir verið í regninum, og tí er vatnstøðan minkað. Leygardagin megnaðu amerikansk serdeild at koma heilt fram til 2 kilometrar frá har hildið verður at dreingirnir eru.
Hildið veður, at dreingirnir hvørki mat ella vatn í hellini, men serfrøðingar siga, at dreingir í hasum aldrinum væl kunnu yvirliva í ein til hálvanannan mánað uttan mat. Størsta avbjóðingin er sinnið hjá dreingjunum, tí at teir vita ikki nær teir verða bjargaðir, sigur Anmar Mirza við The Guardian.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald