Seinnapartin er bjargingarskipið KV Bergen komið til Måloy við tí einum hálvsoknum seksæringinum Naddodi, sum holvdi 14-15 fjórðingar úr landi í gjár.
Seks fólk vóru umborð, og ein kvinna í tjúgunum er funnin druknað. Hon varð funnin nakrar hundrað metrar frá Naddoddi. Hini fimm av manningini, sum eru royndi havrógvarin Livar Nysted úr Hvannasundi umframt fýra fólk úr Sveis, vórðu bjargaði upp í eina tyrlu og fingin til lands. Tey hava tað eftir umstøðunum gott.
Umframt at hava Naddodd uppá sleip, hevur KV Bergen eisini líkið av kvinnuni umborð.
Kvinnan var úr Meksiko, men var búsitandi í Florida, USA.
Her hevur KV Bergen Naddodd upp á sleip á veg til Måloy (Mynd: TV2)
(Kort: Bergens Tidende)
Naddoddur fór av Tvøroyri leygardagin kl. 15 (Mynd: Helgi Enni)
--
Grein dagførd kl. 16:05 við mynd av Naddoddi við bryggju í Måloy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald