Uttanlands

Bjarni Benediktsson gevst í politikki

Fyrrverandi íslendski forsætis-, uttanríkis- og fíggjarmálaráðharrin stillar heldur ikki uppaftur sum formaður í Sjálfstæðisflokkinum

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2025-01-06 15:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Formansskifti verður í íslendska Sjálfstæðisflokkinum á næsta landsfundi floksins. Hetta gjørdist greitt í dag, tá Bjarni Benediktsson boðaði frá, at hann ikki er sinnaður at stilla uppaftur. Bjarni ætlar heldur ikki at taka sæti á altingi, hóast hann varð valdur á valinum í november.

Fráboðanina sendi hann út í einum uppslagi á Facebook seinnapartin. Har skrivar hann, at hann hevur tikið avgerð um ikki at stilla uppaftur til formansvalið í flokkinum, og heldur ikki møta á altingi tá tingið verður sett seinni í hesum mánaðinum.

Bjarni Benediktsson varð fyrstu ferð valdur á ting fyri Sjálfstæðisflokkin sum 33 ára gamal á vári 2003. Hann gjørdist formaður í 2009, tá Geir H. Haardi fór frá.

Hann gjørdist fíggjar- og búskaparmálaráðharri í stjórnini hjá Sigmundi Davíð Gunnlaugssyni eftir valið í 2013. Í januar 2017 gjørdist hann forsætisráðharri eftir Sigurð Inga Jóhansson, og sat til november sama ár, tá altingsval var og Katrín Jakobsdóttir tók yvir sum stjórnarleiðari. Tá gjørdist Bjarni Benediktsson aftur fíggjar- og búskaparmálaráðharri fram til 14. oktober í 2023 tá hann gjørdist uttanríkisráðharri.

9. apríl í fjør gjørdist hann aftur forsætisráðharri, men aftur hesaferð gjørdist skeið hansara minni enn eitt ár, tí beint fyri jól mátti hann leggja frá sær eftir ósigurin á altingsvalinum 30. november, tá Kristrún Frostadóttir skipaði stjórn uttan um borgarligu flokkarnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder