Innanlands

Bjarni Hammer: Mugu tryggja rættvísi í barsilsskipanina

Barsilsskipanin skal ikki bara dagførast fyri tey ríku, sigur tingmaður fyri Javnaðarflokkin

Fyrsta aðalmál má vera at seta ein botn í barsilsskipanina, sigur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin

Fyrsta aðalmál má vera at seta ein botn í barsilsskipanina, sigur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin

2022-08-15 15:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vit mugu tryggja rættvísi í barsilsskipanina.

Tað sigur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

– Umleið 70% av teimum, sum fara í barsil, fáa undir 25.000 krónur úr skipanini. Og 25% fáa undir 15.000 krónur. Tey fáa ikki ágóðan av at hækka hámarkið. Tí mugu okur tryggja rættvísi í barsilsskipanina, soleiðis at tey lægstløntu ikki skulu gjalda meira til tey ríku, sigur hann í lesarabrævi.

Hámarkið er ikki hækkað ella prístalsjavnað síðan 2004, og sambært Bjarna Hammer eigur tað at vera ein natúrligur partur av eini dagførdari barsilsskipan, men tað er ikki í lagi at dagføra skipanina "bara fyri tey ríku", sigur hann.

– Løgtingið hevur fleiri ferðir viðgjørt hendan spurningin, og tá hevur verið upplýst, at barsilsskipanin als ikki hevur ráð til hægri útgjald. Tað merkir, at um barsilsskipanin skal hanga saman, so skal samgongan antin stytta tíðarskeiðið ella hækka inngjaldið. Hvønn rakar tað? Tey lægstløntu. Tað er púra skeivt. Tað má ikki henda!

Um tey, sum t.d. fáa undir 10.000 krónur úr skipanini skulu geva ein mánað av barsilstíðini, ella rinda meira í inngjaldi, tí tey, sum forvinna mest, skulu hava nakrar eyka krónur, er ikki talan um eina rættvísa skipan, sigur tingmaður.

– Tað er rímiligt, at hámarkið hækkar, men fyrsta aðalmál má vera at seta ein botn í barsilsskipanina - eitt minsta útgjald - soleiðis at tey, sum fáa allar minst úr skipanini, verða lyft upp á eitt meira liviligt støði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder