Bjarni Beder og Anna Dalsgaard eru sett sum eindarleiðarar á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu.
Hetta skrivar torshavn.fo í dag.
Anna og Bjarni eru bæði útbúgvin námsfrøðingar og hava drúgvar royndir á dagstovnaøkinum.
- Anna Dalsgaard hevur arbeitt sum námsfrøðingur á almannaøkinum og dagstovnaøkinum. Seinastu 8 árini hevur hon verið stovnsleiðari í Býlingshúsinum undir Fjalli.
- Bjarni Beder hevur í nógv ár arbeitt á dagstovnaøkinum. Seinastu 8 árini hevur hann verið dagstovnaleiðari í Frítíðarskúlunum í Hoyvík og Klubb 188. Harumframt var hann eitt skifti leiðari á Frítíðarskúlanum á Fløtum.
Tey byrja í starvi 1. januar 2024 boðar Tórshavnar kommuna frá.
Jan Mølvad, deildarleiðari á Barna og Ungdómsøkinum, Bjarni Beder, nýggjur eindarleiðari, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Anna Dalsgaard, nýggjur eindarleiðari, og Jóan Petur Hentze, trivnaðaratjóri (Mynd: torshavn.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald