Fyrsti og einasti íslendingur í rúmdini, Bjarni Tryggvason, er deyður, 76 ára gamal.
‘Bjarni geimfari’, sum íslendskir miðlar rópa hann, var kanadiskur ríkisborgari og ein týðandi partur av kanadisku rúmdarætlanunum.
Hann varð føddur í Reykjavík í september 1945, men flutti sum átta ára gamal við familju síni til Vancouver í Kanada.
Umframt at vera austronautur, var Bjarni Tryggvason eisini verkfrøðingur og granskari og hann undirvísti millum annað í rúmdarferðum, hydrodynamikki, støddfrøði og sniðgeving til rúmdarídnaðin. Hann var eisini royndarflogskipari og flogvenjari.
Bjarni var millum seks kanadiarar, sum í 1983 vórðu útvaldir til venjing at gerast austronautar. Hann var partur av Discovery-manningini í 1997, og var á eini 12 daga ferð úti í rúmdini.
Forseti Íslands, Guðni Th. Jóhannesson, skrivaði í gjár m.a. soleiðis á sosialu miðlunum:
- Hóast Bjarni tað mesta av tíð síni búði í Kanada, so vil hann altíð eiga sítt virðiliga pláss í íslendskari søgu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald