![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vínkúllarnir bjóða enn einaferð til ókeypis vínsmakking beinleiðis online. Jólavínsmakkingin verður leygardagin tann 5. desember kl 20.30 og leinkja til tiltakið verður lagt út á Facebook síðuni “Hugnaløtur” og á Facebook tiltakinum “Beinleiðis jólavínsmakking”.
Hesaferð hava vínkúllarnir eitt tema, sum er jólavín ið Rúsan bjóðar fram á hyllunum. Sum altíð, so verður vín og matur smakkaður og diskuteraður, men hesaferð er tað jólavín og jólamatur sum er í fokus.
Her eru útvaldu fløskurnar til smakkingarnar, og Rúsdrekkasølurnar kring landið standa klár at ráðgeva við smakkingini:
1. Faustino Rivero Rias Baixas Albarino
2. Henri Ehrhart Alsace Pinot Gris
3. Barbera d´Alba Pelisa
4. Cotes du Rhone Villages La Bastide Organic
5. Origens Red
6. Tommasi Della Valpolicella Classico Amarone
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald