Innanlands

Bjóða nú triðja prikið til tey eldru

Støkk-inn koppseting verður á Landssjúkrahúsinum um vikuskiftið

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-10-28 11:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landssjúkrahúsið bjóðar nú eldri borgarum, 65 ár og eldri, triðja koppsetingarprikið móti korona.

Leygardagin og sunnudagin eru støkk inn-koppsetingar á Landssjúkrahúsinum. Treytin fyri at fáa triðja prikið er, at í minsta lagið eru gingnir seks og ein hálvur mánaður síðani annað prikið.

Sostatt kunnu fólk yvir 65 ár, sum hava fingið annað prikið fyri 16. apríl, nú fáa triðju koppsetingina.

Sambært corona.fo í gjár, hava 457 fólk í Føroyum nú fingið trý prik.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder