
Nú er tað møguligt at fáa framkomna viðgerð fyri turr eygu í Føroyum. Brilluhandilin Skilling í SMS veitir nú nýggja og slóðbrótandi viðgerð, sum gevur varandi linna til tey, ið stríðast við turr eygu.
Turr eygu koma oftast av niðursettari táraframleiðslu ella ov turking av táravætuni í eygunum. Hetta kann elva til ampa og ávirka bæði sjón og gerandisdag. Við nýggjari og framkomnari viðgerð er møguligt at fáa linna og betra um táragóðskuna.
Við eini serligari greiningarmaskinu verður mett um góðskuna á tárakertlunum og ein viðgerðarætlan, sum er snikkað til tørvvin hjá tí einstaka verður løgd. Viðgerðin er býtt í tvey:
- IPL-viðgerð – er ein lasaraviðgerð við pulserandi ljósi, sum mýkir og hjálpir Meibomsku kertlunum í niðaru eygnalokunum at framleiða góða táravætu. Hetta er neyðugt, fyri at tryggja, at táravætan ikki dampar burtur.
- LLLT-viðgerð – er ein maskuviðgerð við infrareyðum ljósi, sum hitar og mýkir kertlarnar í bæði ovara og niðara eygnaloki. Hettar ger, at kertlarnir í eygnalokskantunum ikki typpast, og harvið sleppur mest møguligt av góðari og nýggjari táravætu til eyguni.
Báðar viðgerðir eru lættar, behagiligar og taka bert fáar minuttir, sitandi í einum stóli uttan at merkja nakra pínu. Fleiri merkja linna beinanvegin, onnur eftir fimm til sjey dagar. Fyri at fáa ein varandi linna er vanligt við 2-3 viðgerðum, við nøkrum vikum ímillum, og síðani viðgerð eftir tørvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald