Innanlands

Bjóða spæliplássið í Kráargøtu fram til koronuraktar familjur

- Tíðin er komin hartil, har vit eiga og mugu hugsa um, at barnalívið eisini skal vera gott, hóast børnini fáa staðfest korona, sigur Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráð

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2022-01-20 20:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráð, sigur, at sera nógv børn í kommununi eru og hava verið smittað við koronu, og nógv hava upplivað at sita inni í langa tíð.

- Vit hava øll tørv á frískari luft og sosialari samveru, men tað kann tykjast trupult í einari slíkari støðu. Tí hava vit valt at bjóða spæliplássið í Kráargøtu fram til tær familjur, har korona ger um seg, sigur hon sambært heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.

- Ráðini frá Pál Weihe í hesum sambandi er, at ferðingin til og frá spæliplássinum verður skipað soleiðis, at tætt samband ikki skal vera við onnur. Víðari sigur hann, at børn hava altíð gott av at røra seg, men tá sjúka rakar, so er kanska gott at leggja sær í geyma, at vanligt spæl er at fyritrekkja heldur enn høgan aktivitet.

Sambært Jóhonnu Christiansen er hetta ein royndarskipan, sum tørvur vónandi ikki verður á í alt ov langa tíð. Í fyrstu atløgu verður hetta galdandi frá hósdegnum 20. januar til 1. februar.

- Vit vóna sjálvandi, at fólk fara at taka væl ímóti hesum tilboði. Spæliplássið í Kráargøtu er nýtt og stórt, og tí var nevndin samd um, at hetta var mest upplagda spæliplássið til hetta endamálið.

Kommunan setur skelti upp, sum kunnar um, at spæliplássið í hesum tíðarskeiði er tøkt hjá teimum, ið hava fingið staðfest korona.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder