Mentan

Bjóðað til altjóða toppfund í Føroyum um skúla- og læribøkur

Landsstýriskvinnan og stjórin á Námi luttóku á toppfundi í Íslandi herfyri

2019-07-08 22:14 Author image
Ari av Rana

Á vitjan síni í Íslandi í herfyri luttók Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum, á toppfundinum um skúla- og læribøkur, sum varð hildin í Reykjavík.

Hetta er afturvendandi fundur millum til dømis Bretland, USA, Kina, Singapore, Póland, Týsklandi, Portugal, Finnland, Svøríki og Ísland, har londini umrøða royndir, spurningar og ivamál um undirvísingartilfar.

Landsstýriskvinnan og stjórin á Námi, Eyðun Gaard, ið eisini luttók, avráddu at bjóða Føroyar fram sum vertsland fyri altjóða toppfundinum um skúla- og læribøkur – møguliga longu í 2020. Hetta var sera væl móttikið millum luttakandi londini og samband verður nú hildið millum Nám og Cambridge Assessment um uppgávuna, og nær tað verður møguligt at halda toppfundin í Føroyum, skrivar Mentamálaráðið á heimasíðuni.

- Vit hava í Føroyum nógvar dugnaligar og virknar partar, tá um skúlagbókagerð ræður. Bæði Nám, Sprotin, Prentarar, Forløg, Bókahandlar, Námsvísindadeildin, Føroyamálsdeildin, onnur av Setrinum, Føroya Lærarafelag, YF-Miðnám og onnur viðkomandi fakfeløg fyri at nevna nøkur. Hóast uppgávan at skipa ein slíkan altjóða toppfund er stór - og fíggingin eyðsæð eisini skal finnast - meti eg avgjørt, at tað er nakað, vit í Føroyum saktans megna, um summir av hesum pørtum lyfta saman við Námi, sigur Hanna Jensen.

- At fáa so nógvar altjóða serfrøðingar at savnast í Føroyum fyri at viðgera álvarsmál og avbjóðingar innan skúlabókagerð, sum vit eisini í Føroyum kenna alt til, er ein sera góður møguleiki og kann vera til stóran íblástur fyri øll tey mongu, sum fáast við skúla- og undirvísingartilfar í Føroyum, sigur hon.

Á fundinum í ár varð viðgørt, hvussu talgildingin hevur kollvelt marknaðin fyri undirvísingartilfar. Staðfest var, at tíðin er komin til at kanna, hvat ein góð skúlabók er, og hvussu klassiska bókin kann liva víðari við síðuna av mongu tøkniligu loysnunum, sum vit síggja frá stórum útgávufeløgum og tøkniligun risum í dag.

Spurningar um granskingargrundað tilfar, um námsfrøði, um marknaðartreytir og statsautoriserað tilfar fingu somuleiðis rúmd á fundinum.

Luttakandi londini løgdu hartil fram og lutaðu støðuna viðvíkjandi námsætlanum, skúlabókum, korum hjá lærarum, eftirmeting og testum, heimaarbeiði, úrtøkuni hjá næmingunum og annað. 

Kjakið og framløgurnar góvu luttakarum nógv at taka við sær heimaftur at nýta í arbeiðinum við lokalu skúlabókagerðini – og fyri luttakandi føroyingarnar var hartil spennandi vertsuppgávan við í skjáttuni. 

placeholder
placeholder