Innanlands

Bjørg á Rógvi nýggjur borgarstjóri í Vestmanna

Bygdarráðið samtykti í kvøld einmælt at velja Bjørg á Rógvi til borgarstjóra í Vestmanna kommunu. Sára Jógvansdóttir varð vald til varaborgarstjóra

Bjørg á Rógvi (Mynd: Vestmanna kommuna)

Bjørg á Rógvi (Mynd: Vestmanna kommuna)

2022-09-02 21:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vestmanna kommuna hevur fingið nýggjan borgarstjóra.

Bygdarráðið hevur í kvøld einmælt samtykt at velja Bjørg á Rógvi til borgarstjóra eftir at Pauli Trond Petersen legði frá sær.

Eisini valdi bygdarráðið at velja Sáru Jógvansdóttir til varaborgarstjóra.

Borgarstjórin og varaborgarstjórin taka við starvinum tann 3. september.

Val av nevndum og umboðum varð einmælt samtykt við hesum broytingum:

Í Fíggjarnevndina varð Pauli T. Petersen valdur sum varalimur

Í Teknisku Nevnd varð Ingi OLsen valdur fyri Bjørg á Rógvi. Pauli. T. Petersen varð valdur sum varalimur. Tekniska Nevnd skipar seg á næst komandi fundi.

Í Mentanarnevndina varð Pauli T. Petersen valdur fyri Bjørg á Rógvi

Í Trivnaðar- og Umhvørvisnevndina varð Pauli T. Petersen valdur fyri Bjørg á Rógvi

Sum umboð í Heimatænastuna í VEKS vóru vald Bjørg á Rógvi og Sára Jógvansdóttir.

Sum varaumboð í Føroya Kommunufelag varð Sára Jógvansdóttir vald. Bjørg á Rógvi er umboð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder