Innanlands

Bjørk K. Sofíudóttir vart ph.d við Syddansk Universitet

Í mai vardi Bjørk ritgerð sína um ultraljóðsskanningar sum amboð at staðfesta lungafibrosu

(Mynd: Granskingarráðið)

(Mynd: Granskingarráðið)

2024-08-24 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

14. mai vardi Bjørk K. Sofíudóttir ph.d. ritgerð við Syddansk Universitet um ultraljóðsskanningar sum amboð at staðfesta lungafibrosu.

Ritgerðin ber heitið: ”Detection of interstitial lung disease in rheumatoid arthritis: diagnostic tests and prognostic value”.

- Liðagikt er ein autoimmun sjúka, har immunverjan loypur á liðir, men sjúkan kann eisini seta seg á lunguni og føra til ymiskar lungasjúkur, so sum lungafibrosu. Lungafibrosa er ein álvarsom sjúka, har metta livitíðin, eftir at sjúkan er staðfest, er at samanlíkna við krabbamein. Fyri at bøta um yvirlivilsi, leita vit eftir mátum at finna sjúkuna fyrr. Vit hava tí kannað, um tað ber til at nýta eina ultraljóðsskanning av lungunum at finna lungafibrosu, sigur Bjørk.

- Her komu vit fram til, at hóast nógvar lungasjúkur eru knýttar at liðagigt, var lungafibrosa tilstaðar hjá 30% av teimum, sum vóru við í kanningini. Harav fann ultraljóðsskanningin 82% av teimum við lungafibrosu. Vit kunnu tí viðmæla, at fólk við liðagigt, sum hava byrjandi tekin uppá lungasjúku, kliniskt og/ella á ultraljóð, skulu kannast fyri lungafibrosu (HRCT-skanning).

Bjørk hevur í síni ph.d. verkætlan starvast á Deildini fyri Reumatologi á Odense Universitetshospital og verið innskrivað á Klinisk Institut á Syddansk Universitet. Hon heldur nú fram sum postdoc granskari á gigtadeildini í Odense Universitetshospital, skrivar Granskingarráðið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder