Í morgin verður nýggja føroyska skaldsøgan “Vit, Føroya fólk” útgivin. Bjørk Maria Kunoy er rithøvundur. Bókaframløga verður í H.N. Jacobsens bókhandli á Vaglinum seinnapartin.
Um bókina: Samgongan við Magnusi Tindholm á odda hevur lagt uppskot fyri løgtingið um Føroya grundlóg. Undirtøkan er lakari enn væntað, men hetta forðar ikki donsku forsætisráðfrúuni, Lone Schrøter, at seta hart ímóti hørðum, tí uppskotið hevur til endamáls at staðfesta við lóg, at Føroya løgting hevur evsta avgerðarrættin í Føroyum.
Um sama mundið leggja norskir myndugleikar hald á skipini hjá størsta føroyska reiðarínum, og uttanríkispolitiskt stríð stendst millum londini. Málsøkið er danskt, og landsstýriskvinnan í fiskivinnumálum, Lena Thorsteinsdóttir, heitir á danska uttanríkisráðið um at stuðla sær í málinum, men tá gerst greitt, at danska stjórnin raðfestir egin áhugamál framum.
Teir fýra samgonguflokkarnir, Sentrum, Høgri, Víðsjón og Áræðisflokkurin, ferðast á eggini av ríkisfelagsskapinum í einari roynd at fremja føroysk seráhugamál, men vanligi føroyingurin er uttanveltaður, og tvíningar innanhýsis í flokkunum hótta staðiliga grundarlagið undir einari fólkaatkvøðu um Føroya grundlóg.
“Vit, Føroya fólk” er ein politisk samtíðarskaldsøga, sum lýsir eitt uppspunnið samtíðarlíknandi føroyskt samfelag, har ein sentrum-høgrasamgonga hevur til endamáls at samtykkja eina føroyska grundlóg.
Skaldsøgan fylgir seks høvuðspersónum, sum í hvør sínum lag hava ein týðandi leiklut í politiska spunaspælinum.
Heiðrik á Heygum hevur tilevnað bókapermuna. Bókin fæst til keyps í bókahandlunum frá 24. mai.
Bjørk Maria Kunoy er fødd á Odense Universitetshospitali í 1991. Hon er uppvaksin í Danmark og í Føroyum, og útbúgvin løgfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannhavn. Hetta er fyrsta skaldsøgan úr hennara hondum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald