Uttanlands

Bjørn í altjóða havrættardómstólinum í Hamburg

Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya, hevði fyrrapartin í gjár fyrilestur fyri granskarum um landgrunskrøv

Japanska stjórnin fíggjar eina verkætlan, har granskarar úr ymsum londum kunnu verða knýttir at altjóða havrættardómstólinum í Hamburg í eitt níggju mánaðar tíðarskeið

Japanska stjórnin fíggjar eina verkætlan, har granskarar úr ymsum londum kunnu verða knýttir at altjóða havrættardómstólinum í Hamburg í eitt níggju mánaðar tíðarskeið

2023-02-08 17:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya, hevur í morgun havt fyrilestur fyri granskarum, ið eru knýttir at altjóða havrættardómstólinum í Hamburg í Týsklandi.

Japanska stjórnin fíggjar eina verkætlan, har granskarar úr ymsum londum kunnu verða knýttir at altjóða havrættardómstólinum í Hamburg í eitt níggju mánaðar tíðarskeið.

Umframt at fáa gagn av granskingarumhvørvinum, verða altjóða viðurkendir serfrøðingar eisini bodnir til dómstólin at røða um ávís havrættarlig evni við tí endamáli at stimbra um vitanargrundarlagið hjá granskarunum.

Bjørn Kunoy varð í hesum sambandi boðin at røða um landgrunskrøv, t.e. hví og hvussu landgrunskrøv verða sett, og hvørjar løgfrøðiligar avbjóðingar kunnu koma fyri í tí sambandi.

Havrættardómstólurin er ein altjóða dómstólur við 21 dómarum og hevur løgdømi í sambandi við allar trætur, ið viðvíkja viðurskiftum í havrættarsáttmálanum hjá ST.

Til ber at lesa meira um dómstólin her

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder