Innanlands

Bjørn Kunoy adjungeraður professari á Georgetown University

Bjørn skal starvast á virda og stóra løgfrøðisskúlanum í amerikanska høvuðsstaðnum, samstundis sum hann verður fyrsta sendifólkið á nýggju føroysku sendistovuni í Washington

Hann er sum nú er parttíðar settur professari í altjóða lóg á Fróðskapartsetri Føroya og løgfrøðiligur ráðgevi hjá føroysku Uttanríkistænastuni. Bjørn Kunoy fær skjótt ymiskar leiklutir í heyst (Mynd: setur.fo)

Hann er sum nú er parttíðar settur professari í altjóða lóg á Fróðskapartsetri Føroya og løgfrøðiligur ráðgevi hjá føroysku Uttanríkistænastuni. Bjørn Kunoy fær skjótt ymiskar leiklutir í heyst (Mynd: setur.fo)

2024-06-11 16:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bjørn Kunoy er tilnevndur sum adjungeraður professari á Georgetown University í Washington.

Hetta skrivar setur.fo seinnapartin.

Hann er parttíðar settur professari í altjóða lóg á Fróðskapartsetri Føroya og løgfrøðiligur ráðgevi hjá føroysku Uttanríkistænastuni. Bjørn Kunoy skal eisini verða fyrsta sendifólkið á nýggju føroysku sendistovuni í Washington í heyst.

Løgfrøðiskúlin á Georgetown University í Washington DC telist millum fremstu og mest virdu løgfrøðiskúlarnar í USA. Talan er um eitt stórt akademiskt umhvørvi við tilsamans 2000 lesandi á hvørjum árgangi, og hetta ger í roynd og veru eisini Georgetown University til størsta løgfrøðiskúla í USA.

- Bjørn kemur frá 2025 at standa á odda fyri frálæruni í almennum havrætti á Georgetown University við einum skeiði hvørt vár.

Fróðskaparsetur Føroya vónar í hesum sambandi, at tilnevningin av Bjørn á Georgetown University kann slóða fyri samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Georgetown University - serliga tá talan er um skiftislesnað.
 
Meira um lógarskúlan í Georgetown University her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder