Farna heyst boðaði Uttanríkisráðið frá, at føroysk sendistova verður latin upp í amerikanska høvuðsstaðnum Washington D.C. á heysti 2024.
Les eisini: Sendistova í Washington letur upp á heysti 2024
Nú er tað greitt, at tað verður Bjørn Kunoy, sum verður fyrsti føroyski sendiharrin til USA. Hetta framgongur í eini fráboðan, sum Uttanríkisráðið hevur sent út í dag.
Bjørn Kunoy var eisini fyrstvaldur, tá sendistovan í russiska høvuðsstaðnum skuldi mannast. Hann var sendimaður í Moskva árini 2015 til 2018.
Skift verður eisini í trimum av verandi sendistovunum.
Gunnar Holm-Jacobsen, ið hevur verið stjóri í Uttanríkistænastuni síðani 2013, er tilnevndur sum nýggjur sendimaður í Keypmannahavn. Árini 2008 til 2012 var hann sendimaður í Brússel. Gunnar Holm-Jacobsen avloysir Jóannes V. Hansen, ið hevur verið sendimaður í Keypmannahavn síðani 2019.
Áki Johansen er tilnevndur sum nýggjur sendimaður í kinesiska høvuðsstaðnum, Beijing. Áki hevur síðani 2021 verið sendimaður í Tel Aviv í Ísrael. Frammanundan hevur hann verið sendimaður í London í tveimum umførum - frá 2008 til 2011, og aftur frá 2015 til 2020. Áki Johansen avloysir Sigmund Ísfeld, ið hevur verið sendimaður í Beijing síðani 2019.
Petur Petersen er tilnevndur sum nýggjur sendimaður í Tel Aviv. Hann hevur verið fyrisitingarleiðari í Uttanríkistænastuni síðani 2020. Frá 2015 til 2020 var hann sendimaður í Reykjavík.
Tey fýra komandi sendifólkini taka við tann 1. september í ár, og koma Sigmundur Ísfeld og Jóannes V. Hansen tá heimaftur í Uttanríkistænastuna at starvast.
Av teimum seks sendifólkunum, ið eru úti í løtuni, eru tríggjar kvinnur og tríggir menn.
Hinar sendistovurnar, tær, sum nú ikki eru ávirkaðar av hesum rokeringunum, eru soleiðis mannaðar:
Evropa Samveldið í Brússel: Elisabeth F. Rasmussen
Moskva: Hákun J. Djurhuus
London: Kate Sanderson
Reykjavík: Hanna í Horni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald