Innanlands

Bjørt Samuelsen nýggj forkvinna í Útnorðurráðnum

Løgtingsforkvinnan tekur við eftir Erling Eidesgaard, sum ikki longur hevur fast sæti í Løgtinginum. Jenis av Rana er valdur til næstformann

Løgtingsforkvinnan úr Tjóðveldi er nú eisini forkvinna í Útnorðurráðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Løgtingsforkvinnan úr Tjóðveldi er nú eisini forkvinna í Útnorðurráðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-01 15:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í sambandi við umskipanina av føroysku sendinevndini í Útnorðurráðnum hevur nevndin valt nýggjan formansskap.

Tað skrivar heimasíðan hjá Løgtinginum í sambandi við nýggja vali. Tað var neyðugt at gera tað, eftir at Erling Eidesgaard, sum annars hevur verið formaður hesa setuna, ikki longur hevur sæti í Løgtinginum.

Tað var ein samd nevnd, sum valdi Bjørt Samuelsen til nýggja forkvinnu og Jenis av Rana til næstformann.

[object Object]
Mynd: logting.fo

Umframt Bjørt Samuelsen og Jenis av Rana eru umboðini í nevndini Henrik Old, Karlot Hergeirsson, Eyðdis Hartmann Niclasen og Bárður á Lakjuni.

- Í Útnorðurráðnum eru 18 umboð úr teimum trimum parlamentunum í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Útnorðurráðið varð stovnað í Nuuk í Grønlandi 24. septembur 1985.

Tað verður eisini í Grønlandi, at 40-ára hátíðarhald verður í ár. Hetta í sambandi við ársfundin í Ilulissat í august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder