Mentan

Blábar bjóðar til Pan-ArcticVision-finalu

12. oktober skal avgerast, um tað verður Ester Skála, sum vinnur Pan-ArcticVision - nýggju altjóða tónleikakappingina fyri arktiska økið

Ester Skála umboðar Føroyar við sanginum

Ester Skála umboðar Føroyar við sanginum "Dansur á Rósum"

2024-10-07 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú skal avgerast, um tað verður Ester Skála, sum vinnur Pan-ArcticVision - nýggju altjóða tónleikakappingina fyri arktiska økið.

12. oktober klokkan 19 verður sangkappingin beinleiðis stroymd á Blábar í Havn.

Pan-ArcticVision verður stroymd beinleiðis úr Nuuk, har 10 tónleikarar úr 10 ymiskum londum úr arktiska økinum fara at kappast um at fáa flesar atkvøður og soleiðis vinna kappingina.

Føroyska íkastið er sangurin "Dansur á Rósum", sum Ester Skála av Argjum bæði hevur skrivað og sjálv syngur. Um sangin sigur Ester:

– Sangurin snýr seg um eina forelskaða gentu. Gentan fer í einar ljósareyðar brillur og brádliga sær hon ein heim fullan av blómum og kærleika.

Tiltakið á Blábar er ókeypis, men eisini ber til at stroyma kappingina á panarcticvision.org.

Pan-ArcticVision er ein altjóða tónleikakapping, sum hevur sín íblástur úr Eurovision. Tó, fyri føroyskar tónleikarar er ein ávísur munur; í Eurovision kunnu teir ikki kappast undir egnum flaggi, tað kunnu teir á Pan-ArcticVision.

Hugsanin handan Pan-ArcticVision kappingina er at varpa ljós á tónleikamentanina kring Arktis, umframt á ymisku málini, eyðkennini og mentanirnar í økjunum. Hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri Pan-ArcticVision. Fyrsta Pan-ArcticVision kappingin varð hildin í fjør í Vadsø í Norðurnoregi.

Pan-ArcticVision er fyriskipað av NORDTING - The Northern Assembly, og er framleidd í samstarvi við Katuaq - Mentanarhúsið í Nuuk, og KNR - Kalaallit Nunaata Radioa (Grønlendska kringvarpið). Norðurlandahúsið á staðnum er samstarvsfelagi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder