Uttanlands

Blái blokkur tekur seg fram

Tó er enn langt á mál at vinna á reyða blokki

Lars Løkke Rasmussen, formaður í Vinstra

Lars Løkke Rasmussen, formaður í Vinstra

2019-05-24 13:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nýggjastu veljarakanningarnar í Danmark til fólkatingsvalið vísa, at blái blokkur við Lars Løkke Rasmussen og Vinstra á odda, taka seg fram. Men enn er langt á mál, tí at reyði blokkur, við Mette Frederiksen og Sosialdemokratunum á odda, eiga enn 52,5 prosent av atkvøðunum. Hetta svarar til 92 sessir, og tá eru teir seks sessirnir hjá Alternativet ikki taldir við. Blái blokkur situr tí eftir við 77 sessum.

Tó at blái blokkur tekur seg fram, er tað ikki størsti flokkurin, Vinstri, sum tekur seg fram. Tað eru tey Konservativu og Liberal Alliance, sum seinastu vikurnar hava tikið seg fram við ávikavist einum og tveimum sessum. Vinstri stendur í stað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder