placeholder
Innanlands

Blái Krossur nýggja heimasíðu

– Hjá okkum í Bláa Krossi er neyðugt, at vera sjónlig á internetinum og annars í sosialu miðlunum fyri at vísa fólkið á tey nógvu tilboðini, ið Blái Krossur bjóðar. Vit ynskja, at gera tað lætt hjá fólkið at leita sær upplýsingar um okkara arbeiði, og finna fram til hvat tilboð passar best til teirra tørv, sigur Dakko Petersen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi

2022-09-21 16:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú er nýggja heimasíðan hjá Bláa Krossi tøk á netinum - www.blakross.fo.

Dakko Petersen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi, vísir á týdningin, við at Blái Krossur Føroya hevur eina góða og snøgga heimasíðu:

– Hjá okkum í Bláa Krossi er neyðugt, at vera sjónlig á internetinum og annars í sosialu miðlunum fyri at vísa fólkið á tey nógvu tilboðini, ið Blái Krossur bjóðar. Vit ynskja, at gera tað lætt hjá fólkið at leita sær upplýsingar um okkara arbeiði, og finna fram til hvat tilboð passar best til teirra tørv.

Gamla heimasíðan hjá Bláa Krossi var vorðin gomul, og tí varð stig tikið til at gera eina nýggja heimasíðu við vøkrum einfaldum sniði og fyri at vísa á vaksandi virksemi á ein einfaldan hátt. M.a. eru tilboðini býtt upp trý: 1) børn og familjur, 2) ung og 3) vaksin, so at fólk skjótt kunnu trýsta seg inná tað tey hava tørv á. Umframt hetta eru tað nú betri umstøður at leggja myndir og videobrot út, at lata pengar til Bláa Kross á netinum, og so hon er tøkniliga lættari at arbeiða við.

Ovast á síðuni liggur ein bannari har tað ber til at sleppa beinleiðis til heimasíðurnar hjá Blákrossheiminum, Liv Lívið, Títt Rúm, Dat Ung og Set orð á. Arbeiðið hjá Bláa Krossi Føroya er stórt og fjølbroytt, og hetta er gjørt fyri at tað skal vera lætt hjá fólki, at finna tað tey leita eftir.

Dakko Petersen er vælnøgdur við nýggja heimasíðuna:

– Vit gleðast um at hava fingið eina greiða og snøgga heimasíðu, har lætt er at finna teir upplýsingar, fólk hava brúk fyri. Serliga nú landsinnsavnanin hjá okkum nærkast.

Tað er Beak, ið hevur gjørt síðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder