Innanlands

Blái Krossur skipar aftur fyri bólkum fyri børn og ung

Tað er ætlað til tey, ið koma frá familjum við rústrupulleikum. Tað er undir tilboðnum "Øll hava rætt til góð barnaár", og tað hevur eisini verið á skránni seinastu árini

(Mynd: Blái Krossur)

(Mynd: Blái Krossur)

2019-10-04 16:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Blái Krossur boðar frá, at eitt nýtt tilboð verður bjóðað eftir heystferiuna. Tað er ætlað børnum og ungum í aldrinum 8-25 ár, sum koma frá familjum við rústrupulleikum. Bólkarnir fara at hittast aðruhvørja viku og verða deildir upp eftir aldri

"Tá ein í familjuni hevur trupulleikar við rúsdrekka ella rúsevnum, ávirkar tað øll rundanum – eisini barnið"

Hetta skrivar Blái Krossur Føroya, ið við bólkunum vil royna at skapa eitt trygt umvørvi, har børnini og tey ungu kunnu fáa rætta hjálp og vegleiðing. Eisini er dentur lagdur á, at talan verður um persónar, ið kunnu skilja støðuna hjá hvørjum øðrum.

Bókarnar hava verið á skránni seinastu árini. Seinasta hálvár vóru 5 bólkar við yvir 30 børnum og ungum tilsamans. Alisa Hammer, er leiðari á fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya, og hon hevur ábyrgd av tilboðnum ‘Øll hava rætt til góð barnaár’.

– Bólkarnir eru ein stór hjálp fyri tey ungu og ein týdningarmikil liður í at arbeiða fyribyrgjandi

 

Til ber at lesa meira á heimasíðuni hjá Bláa Krossi

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder