Stórt trýst hevur verið á amerikanska forsetanum Joe Biden um at taka seg aftur í forsetavalinum, og tað trýstið gjørdist ikki minni eftir tíðindafund, sum hann helt í gjár.
Áðrenn tíðindafundin blandaði hann ukrainska forsetan, Volodomyr Zelenskyj, við russiska forsetan, Vladimir Putin.
Undir tíðindafundinum bleiv hansara egni varaforseti, Kamala Haris, til Donald Trump. Fleiri ferðir gekk tað eisini seint hjá forsetanum, og ikki allir setningar vóru endaði.
Á dr.dk síggjast brotini tá forsetin er mismæltur
Í demokratiska flokkinum eru alsamt fleiri sum halda, at hann eigur at taka seg úr valstríðnum. Áðrenn tíðindafundin í nátt vóru 14 demokratiskir limir í Kongressini, sum høvdu mælt til at Biden skuldi taka seg aftur. Nú er talið 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald