Mentan

Blátt Gras kendu seg vælkomnar á Akureyri

Kendu longu frá fyrsta sangi, at teir høvdu samband við áhoyrarnar

2024-02-24 19:57 Author image
Jákup Bech Jensen
placeholder

Blátt Gras bergtók fjøldina á Akureyri!

- Eg føldi longu frá fyrsta sangi, at eg hevði sera gott samband við áhoyrararnar, sigur Jóhan Mikkelsen, sum er forsangari í Bláum Grasi.

- Vit hava glett okkum ótrúliga nógv til at spæla á Akureyri. Hetta er aðru ferð, at vit spæla uttanlands, sigur Ragnar Joensen, sum umframt at spæla tangnetar eisini spælir upp á vaskibretti.

Hann leggur afturat, at hann vónar, at teir kunnu koma aftur til Akureyrar at spæla.

- Atmosferan var super góð í kvøld, og áhoyrarirnir vóru sera vinaligir og jaligir.

- Tað var eitt sindur løgið, at tey fyrstu sum komu inn, stundisliga kl. 21, komu og settu seg fremst. Vit eru vanir við at føroyingar seta seg aftast sigur Niels Terje Johannesen, sum er maðurin, sum spælir mandolin og guitar.

Orð og myndir: Jákup Bech Jensen 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder