
Tá talt varð upp sunnukvøldið vóru 2,928.660 krónur komnar inn, men síðani er hetta talið vaksið.
Reyði Krossur takkar í dag Føroya fólki, fyritøkum, stovnum og kommunum, sum hava latið pengarnar, og sigur samstundis at samlaða upphæddin nú er komin upp á 3,470.671 krónur.
Einstaklingar í Føroyum hava latið yvir 1,1 millión krónur. 184 fyritøkur, feløg, stovnar og kommunur hava latið tilsamans yvir 2,2 milliónir krónur.
- Við hesum úrsliti fær Reyði Krossur Føroya eitt munandi betri grundarlag at skipa hjálpararbeiði, har tørvur er á tí, bæði í Føroyum og kring heimin, sigur felagsskapurin.
- Longu nú hevur Reyði Krossur Føroya sent hálvaaðru millión krónur til hjálparátøk úti í heimi. Ein millión er send til hjálparátøk í Afghanistan, har neyðin er ovurstór, og hálv millión er send til hjálparverkætlanir í Bangladesh, eitt nú til frama fyri neyðstæddar ungar kvinnur og at stuðla tilgongdini við koppsetingum.
Restina av mánaðinum ber til at lata pening til landsinnsavningina.
Øll sendingin, sum varð send á Rás1 hjá Televarpinum sunnukvøldið, sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald