Innanlands

Bleiv til 96 tilburðir í gjár

Hetta er tað mesta í yvir ein mánað

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-12-07 19:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt veruligt lop í tilburðum. Í gjár vóru 96 tilburðir staðfestir í teimum 3027 kanningunum, sum eru gjørdar seinasta samdøgrið.

51 fólk eru blivin frísk aftur seinasta samdøgrið eftir at hava verið positiv við koronu, og sostatt eru tað nú 596 fólk, sum eru positiv við koronu. Hetta er 45 fleiri enn í gjár.

Ikki síðani fyrst í november eru so nógv tilburðir staðfestir. Miðalsmittutalið seinastu sjey dagarnar er nú komið upp á 61.

Sambært ferðsluljósskipanini hjá landsstýrinum er nógv virksemi sum skal stongja, um talið fer upp um 75 nýggjar tilburðir um dagin í eina viku.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder