Herfyri kom nýtt lag út við Magna Husgaard og Dánial Gomez.
Lagið, ið hevur heitið "Vilstur uttan teg" er eitt einstakt lag, sum ikki er partur av eini størri útgávu, men kortini er hetta partur av einum konsepti, sum hevur verið til í eina tíð.
- Hetta er ein framleiðsla, sum er vorðin størri og størri, so hvørt sum tíðin hevur gingið, greiða teir báðir frá.
Orðini eigur Magnu Huusgaard, og lagið hava hann og Dánial Gomez gjørt. Lagið kann hoyrast omanfyri.
Um lagið
Orð: Magni Husgaard
Lag: Magni Husgaard og Dánial Gomez
Sangur: Dánial Gomez
Kór: Pætur við Keldu og Linda Andrews
Trummur: Tórður Dam Jacobsen
Slagverk: Mads Michelsen
Saxofon: Thomas Edinger
Onnur ljóðføri: Hans Poulsen
Hans Poulsen legði tónleikin til rættis saman við Magna og Dánial
Upptøkurnar vórðu gjørdar í IntroVers Studio, hjá Thomas Edinger og Mads Michelsen. Ljóðblandað í IntroVers Studio.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald