Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken, hevur avlýst fundin við Sergej Lavrov, uttanríkisráðharra í Russlandi.
Fundurin skuldi vera í Geneve í Sveis í morgin, men í gjár boðaði Antony Blinken frá, at hann hevði greitt Lavrov frá, at hann ikki ynskti at fundast við hann kortini. Hetta var eftir, at hann hevði verið á fundi við ukrainski uttanríkismálaráðharranum, Dmytro Kuleba, skrivar Ritzau.
Nú russiska innrásin av Ukraina er byrjað, og Russland hevur gjørt greitt, at landið avvísir diplomati, gevur tað ikki longur meining at hava fundin, sigur Blinken.
Í farnu viku upplýsti amerikanska uttanríkismálaráðið, at fundurin millum londini var treytaður av, at Russland ikki gjørdi innrás í Ukraina. Á fundinum skuldi ein møgulig dagsskrá fyri fund millum amerikanska forsetan, Joe Biden og russiska forsetan, Vladimir Putin, umrøðast.
Jen Psaki, talsfólk hjá Hvítu Húsunum segði í gjár, at ein fundur millum Biden og Putin avgjørt ikki er ein møguleiki í løtuni.
Les eisini: Putin gevur boð um at senda herin inn í Ukreina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald