Uttanlands

Blinken fingið staðfest koronu

Stórur døgurði hjá amerikanska forsetanum verður nú mettur at vera eitt superspjaðaratiltak

Anthony Blinken og konan, avmyndað undan døgurðanum (Mynd: EPA)

Anthony Blinken og konan, avmyndað undan døgurðanum (Mynd: EPA)

2022-05-05 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Anthony Blinken, hevur fingið korona. Tað varð staðfest í gjár. Hetta hendi bert fáar dagar eftir at hann var við á eini stórari samkomu, sum amerikanski forsetin stóð fyri.

Joe Biden, forseti, varð eisini testaður týsdagin, men tann testin var negativ, boðar talskvinnan hjá forsetanum, Jen Psaki, frá sambært Ritzau.

Tiltakið, sum nú verður kallað eitt suparspjaðaratiltak, var ársligi døgurðin hjá forsetanum fyri tíðindafólkum, hildin á Washington Hilton. Heilt nógvir journalistar eru eftir døgurðan staðfestir positivir, eitt nú umboðandi miðlarnar CNN, ABC News, NBC News, CBS News og Politico.

Blinken hitti í gjár svensku uttanríkisráðkvinnuna, Ann Linde. Týsdagin hevði hann fund við uttanríkisráðharran í Meksiko, Marcelo Ebrard, sum hevur testað seg, og er negativur, skrivar Reuters.

60 ára gamli amerikanski uttanríkisráðharrin situr nú í sóttarhaldi og arbeiðir heimanífrá.

Leiðandi koronaráðgevi forsetans, Anthony Fauchi, varð bjóðaður við til tiltakið, men valdi at verða heima, orsaka av vandanum fyri koronasmittu.

Joe Biden, forseti, var bert við til byrjanina av tiltakinum og ikki til sjálvan døgurðan – eisini orsaka av smittuvandanum.

Tað varð kravt av øllum, sum komu til døgurðan, at tey vóru fult koppsett og testað negativ, skrivar Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder