Uttanlands

Blinken: Hetta var ikki endin

Tað er ov tíðliga at koma við gitingum um, hvønn týdning ófriðurin í Russlandi fer at hava fyri stjórnina í Russlandi og kríggið í Ukraina, sigur amerikanski uttanríkismálaráðharrin

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken (Mynd: EPA)

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken (Mynd: EPA)

2023-06-26 18:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast avtala er gjørd millum Wagner-bólkin og Kreml, hava vit helst ikki sæð tað síðsta til ófriðin í Russlandi.

Tað sigur amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken.

Sambært Blinken er tað ov tíðliga at siga, hvør framtíðin verður hjá Wagner-hermonnunum, sum hava fingið boð um, at teir kunnu melda seg í russiska herin og sleppa undan at verða rættarsøktir.

Eisini er tað ov tíðliga at koma við gitingum um, hvønn týdning hetta fer at hava fyri stjórnina í Russlandi og kríggið í Ukraina, men tað at russiska stjórnin hevur verið upptikin av hendingunum í Russlandi kann gerast ein fyrimunur hjá Ukraina, sigur hann sambært Ritzau.

Uttanríkisstjórin í ES, Josep Borrell sigur sambært Reuters, at tað ikki er gott fyri nakran, at ófriður er í einum kjarnorkuveldi sum Russland.

Eisini er tað umráðandi, at ES heldur á at stuðla Ukraina, sigur Borell, sum samanber Wagner-bólkin við eitt ódjór, sum hevur vent sær móti sínum skapara.

– Ódjórið, sum Putin skapti við Wagner-bólkinum er nú byrjað at bíta hann.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder