Innanlands

Blinken komin til Danmarkar

Skal millum annað hitta Jenis av Rana í dag

Antony Blinken (Mynd: EPA)

Antony Blinken (Mynd: EPA)

2021-05-17 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seint í gjárkvøldið kom amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken til Keypmannahavnar. Hetta er fyrsta vitjanin hjá einum ráðharra í stjórnini hjá Joe Biden í Danmark.

Í dag skal hann halda fleiri fundir í danska høvuðsstaðnum, millum annað við Mette Frederiksen, forsætisráðharra og uttanríkisráðharrarnar í Danmark, Grønlandi og Føroyum.

Blinken vitjar í Danmark undan einum fundi í Arktiska Ráðnum, sum verður í Reykjavík 19. og 20. mai.

Á fundinum í dag fær Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum, møguleika at tosa við amerikanska starvsbróður sín um radaran, sum Nato ætlar at seta upp á Sornfelli. 

placeholder
placeholder