Uttanlands

Blinken og Austin til Kyiv í dag

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj fær í dag vitjan av amerikanska uttanríkismálaráðharranum og verjumálaráðharranum

Antony Blinken, amerikanski uttanríkismálaráðharrin fer saman við amerikanska verjumálaráðharranum, Lloyd Austin til Kyiv í dag

Antony Blinken, amerikanski uttanríkismálaráðharrin fer saman við amerikanska verjumálaráðharranum, Lloyd Austin til Kyiv í dag

2022-04-24 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken, og verjumálaráðharrin, Lloyd Austin fara í dag at vitja ukrainska høvuðsstaðin Kyiv fyri at umrøða hernaðarligan stuðul til Ukraina.

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sambært Ritzau.

Lloyd Austin skal í komandi viku á fund í Týsklandi, har hann saman við teimum sameindu í Evropa skal umrøða hernaðarligan stuðul til Ukraina.

Zelenskyj sigur, at tað er avgerandi, at Ukraina fær fleiri vápn uttanifrá, og fer hann við amerikansku ráðharrunum at umrøða ein nágreiniligan lista av vápnum, og hvussu skjótt hesi kunnu veitast.

– So skjótt sum vit hava tey (fleiri vápn, red.), so skjótt vit hava nóg mikið av teimum, so trúgvið mær, fara vit beinanvegin at taka tey økini aftur, sum eru hersett í løtuni, sigur hann.

Zelenskyj sigur seg eisini vóna, at amerikanski forsetin, Joe Biden kann koma til Kyiv, so skjótt sum trygdarstøðan loyvir tí.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder