Uttanlands

Blinken er nú í Ísrael

Amerikanski uttanríkisráðharrin hevur fingið eitt svar frá Hamas uppá uppskotið um vápnahvíld. Nú skal hann samráðast nærri við hægstu umboðini í Ísrael

Saman við umboðum úr Egyptalandi, Katar og Ísrael hevur USA, við Antony Blinken á odda, arbeitt við uppskoti um vápnahvíld í Gaza. (Mynd: EPA)

Saman við umboðum úr Egyptalandi, Katar og Ísrael hevur USA, við Antony Blinken á odda, arbeitt við uppskoti um vápnahvíld í Gaza. (Mynd: EPA)

2024-02-07 09:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stríðið millum Ísrael og Hamas hevur av álvara staðið á síðani tíðliga í oktober, og síðstu umleið fýra mánaðirnar hava nógv fólk á syrgiligan og ræðuligan hátt mist lívið.

Tað er sjálvandi eitt altjóða áhugamál at fáa vápnahvíld í og kring Gaza, og seinastu tíðina hava Katar, Egyptaland og USA, umframt umboð úr Ísrael, arbeitt við einum uppskoti til vápnahvíld.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, hevur verið í Miðeystri síðani mánadagin, og í gjár hittust hann og onnur umboð við umboð hjá Hamas. Hesir persónarnir eru í løtuni í Katar, har teir liva væl, og í gjár fingu hesir høgu persónarnir í felagsskapinum møguleikan at hoyra uppskotið.

Hetta skriva nógvir altjóða miðlar. Tað er heldur óvist, júst hvat svarið frá Hamas var, men tað snýr seg millum annað um at fáa allir palestinar, ið eru gíslar, leysar. Nú er Blinken so farin víðari.

Uppskotið um vápnahvíld er sent til Ísraels, og uttanríkisráðharrin úr USA skal í dag tosa um tað saman við leiðarunum í Ísrael, skrivar NRK. Endamálið er fyrst og fremst at hjálp er til sivilfólk, at fyribils fáa steðgað stríðnum, at fáa syrgt fyri at gíslar hjá báðum pørtum koma heim aftur og síðani nærkast nøkrum, sum kann vera ein varandi loysn á stríðið.

Tað er ein stór uppgáva, og nógv arbeiði er fyri framman, staðfestir uttanríkisráðharrin. Í Tel Aviv skal Antony Blinken millum annað tosað við Benjamin Netanyahu. Ísraelski forsætisráðharrin hevur so seint sum fyrst í hesi vikuni aftur staðfest, at Ísrael ikki fer at støðga stríðnum, fyrrenn leiðslan í Hamas er niðurbrotin, og ein palestinensiskur statur er ikki ein møguleiki sambært Netanyahu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder