Innanlands

- Blívi fratørur av hesum

At sendifólk og vinnulívsfólk verða tikin framum í bíðirøðini til koronakoppseting, hóvar ikki Kaj Leo Holm Johannesen. Tað sømir seg ikki, sigur hann

Kaj Leo Holm Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

2021-03-03 23:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tað sømir seg ikki. Tá eg hoyri at sendifólk hjá okkum og onnur vinnulívsfólk koma framum, so blívi eg bæði keddur, skuffaður og fratørur faktiskt.

Kaj Leo Holm Johannesen var ikki blíður í Breddanum í útvarpinum seinnapartin. Málið um, at sendifólk og vinnulívsfólk vórðu koppsett hóast tey ikki áttu at sloppið framat fyrr enn um nakrar mánaðir, varð umrøtt.

- Eg tími ikki hetta her. Vit mugu koyra við fullum gjøgnumskygni, og fylgja teimum kunngerðum sum eru. Og vit mugu hava álit á sjúkrahúsverkinum. Vit behandla øll fólk líka, og taka ikki nakran framum í einari kø, og tað er umráðandi fyri meg, segði Kaj Leo Holm Johannesen við útvarpið.

Landsstýrismaðurin hevur givið landslæknanum eina átalu, og nú verður rættað upp.

- Tað er øgiliga keðiligt fyri alla skipanina. Har eru fólk sum sita í døgndrift fyri at fáa alt at fungera við korona. Tað hevur gingið væl higartil og landslæknin hevur verið ein savnandi figurur, og dugnaligur til tað, sum hann hevur gjørt. Hann hevur nú sagt, at hann hevur gjørt ein feil, og tað má man taka til eftirtektar.

- Eg havi álit á, at tey framyvir ikki taka nakran framum ein annan, sum eigur tørn. Og tað vænti eg og vóni eg so sanniliga verður fylgt, segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum við Breddan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder