Innanlands

Blívur tað betri um tað er í Havn

Fyrrverandi borgarstjórin í Klaksvík tekur ikki undir við, at kokkaskúlin átti at ligið í Havn. Setið heldur meira pening av til verandi útbúgving, sigur Jógvan Skorheim

Jógvan Skorheim (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jógvan Skorheim (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-01-30 19:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Útsøgnin hjá Svein í Heiðinum í Blaðnum Vikuskifti á portal.fo, hevur fingið Jógvan Skorheim, fyrrverandi borgarstjóra í Klaksvík, at ressast.

- Hvat nyttar at útbyggja samfelagið við tunnlum og undirsjóvartunnlum. Hvør trýr virkuliga upp á, at ting blíva betri, bara tí tey liggja í Havn, spyr Jógvan Skorheim.

Tað var á matstovuni Húsagarði í vikuni, at umboð fyri bestu matstovurnar í landinum vórðu savnað í sambandi við, at heiðursbrøv fyri upptøku í Den danske Spiseguide vórðu handað.

Lagt var upp til kjak um ymisk viðurskifti í vinnuni, og millum annað hvussu og hvar føroyskir kokkar verða útlærdir. Matstovu vinnan brúkar ikki einasta kokkaskúla í landinum, sum liggur í Klaksvík. Lærlingarnir verða sendir til Danmarkar.

- Eg haldi, at vit skuldu havt eina kokka- og tænaraútbúgving á Glasi ella í tilknýti til Glasi. Um útbúgvingin skal málrættast móti matstovuvinnuni, so hevði hon ligið best í høvuðsstaðnum, tí tað er í Havn, at matstovurnar eru, heldur Svein í Heiðum, góðskuleiðari hjá Smyril Line.

Hetta heldur Jógvan Skorheim ikki vera eitt gott hugskot.

- Og hvar á Glasi skal útbúgvingin vera? Í einum tjaldi kanska, spyr hann speiskur.

- Eg skilji ikki hugsanarháttin, og vónandi eru heldur ikki gróðrarlíkindi fyri slíkum hugsanum í landspolitikki ella lokalpolitikki. Um kokkaútbúgvingin skal uppræðfestast, so er at seta meiri pening av til verandi útbúgving, og gera neyðugu umstøðurnar betri, sigur Jógvan Skorheim.

Les eisini: (Blaðið Vikuskifti) Matstovuvinnan eftirlýsir kokkaútbúgving

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder