Ríkmaðurin Michael Bloomberg hevur nú slept sínum ætlanum at gerast demokratiskt forsetavalevni á forsetavalinum í november.
Bloomberg boðaði frá á Twitter í gjár, at hann nú gevst, og at hann heitir samstundis á veljararnar sum at stuðla Joe Biden.
- Fyri trimum mánaðum síðani fór eg inn í stríðið fyri at vinna á Trump. Nú taki eg meg aftur av somu orsøk. Skal Trump vinnast, so byrjar stríðið við at savna seg um tað valevni, sum hevur best møguleikar. Tað er týðuligt, at tað er góði vinur mín og stóri amerikanarin, Joe Biden.
Three months ago, I entered the race to defeat Donald Trump. Today, I'm leaving for the same reason. Defeating Trump starts with uniting behind the candidate with the best shot to do it. It's clear that is my friend and a great American, @JoeBiden. pic.twitter.com/cNJDIQHS75
— Mike Bloomberg (@MikeBloomberg) March 4, 2020
Boðini komu eftir Super Tuesday, har tað bert eydnaðist Bloomberg at fáa ein sigur, tað var í lítla valøkinum Amerikanskt Samoa. Bloomberg hevur annars brúkt fleiri milliardir krónur upp á lýsingar í amerikanskum miðlum.
Sigursharrarnir gjørdust Bernie Sanders og Joe Biden, sum nú í veruleikanum eru seinastu valevnini í undanstríðnum.
Elizabeth Warren úr Massachusetts hevur enn ikki tikið seg aftur, men ein talsmaður fyri valstríð hennara sigur við Reuters tíðindastovuna, at Warren nú umhugsar, saman við fólki sínum, hvørji ráð eru at taka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald