Mentan

Blues á mentanarnáttini á Tvøroyri

Uni Debess og Bluesgarparnir spæla á mentanarnáttini

2019-05-02 22:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Blues er lívsjáttandi tónleikur, ið veruliga kann fáa lív í áhoyrarafjøldina og mentanarnáttin á Tvøroyri verður einki undantak í so máta.

Fríggjakvøldið 31. mai, hava vit fingið sjálvan blues-kongin, Una Debess til at spæla nøkur løg fyri okkum. Hetta verður í mentanarntjaldinum. Uni er, um nakar, ímyndin av føroyska blues-pallinum. Havnamaðurin, ið fyri stuttari tíð síðan flutti til Tvøroyrar, hevur drúgvar royndir sum oddamaður í ymiskum orkestrum og sum solistur. Uni fekk sítt veruliga gjøgnubrot við bólkinum GoGo Blues, ið vann tónleikakappingina Prix Føroyar í 2005. Uni er eisini kendur úr Debess Blues Station, Crawling Blue og Hamradun. Tónleikaskjáttan hjá Una er rúgvismikil og hann dugur sum fáur at fáa lív í.

Seinasta ískoytið á tónleikaskránni á mentanarnáttini, eisini í mentanartjaldinum, eru Bluesgarparnir, ið fara á pallin kl 23:00 og enda “veitsluna”. Navnið er kanska ikki so væl kent, men dygdini feilar avgjørt einki – tvørtur ímóti! Teir 4, ið mynda bólkin, eru Dennis Lave(trummur), Dávið Jacobsen(bass) og feðgarnir Kristian Holbæk(sang/munnharpa) og Óli Holbæk Mortensen(guitar). Meðan blaðungi og dugnaligi Óli enn ikki er so kendur á tónleikapallinum, so eru allir í bólkinum royndir tónleikarir. Dennis, Dávid og Kristian hava allir verið við í sera væl umtókta bólkinum “Froðbiar Sóknar Bluesorkestur”. Hesin bólkur er tíverri ikki virkin í løtuni. Dennis Lave er eisini kendur sum trummuleikari/sangari í Deiggj, eins og hann hevur lagt rødd til nógv Uriah Heep cover-løg á mongu Uriah-Heep tiltøkunum, ið hava verið seinastu árini. Bluesgarparnir eru allir av Tvøroyri og stílurin er alt frá gomlum boogie úr Missisippi-deltanum, til cityblues úr Chicago. Ein spennandi og lívligur endi á tónleikinum í mentanartjaldinum.

- Tvøroyrar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder