Aftur í ár er BluesPerlan á skránni í Reinsaríinum í Havn.
Hetta er tíggjunda ferðin Uni og Edvard N. Debess skipa fyri hesum konsertkvøldi, og í ár luttaka sum vant bæði føroyingar og útlendingar.
BluesPerlan hevur øll hesi á árini savna nógv bluesáhugaði fólk, og nógvir ymiskir tónleikarar og bólkar hava luttikið.
Til hesa jubileums-BluesPerluna hava vit fragd at hoyra:
Lyon Hansen
Guðmund Pétursson (IS)
Togo Rhino (DK/Togo/Gambia)
Froðbiar Bluesorkestur
Uni Debess Trio
Guðmundur Pétursson hevur gjøgnum nógv ár verið ein sera vælkendur guitarleikari og sangari innan bluestónleikin í Íslandi, og hevur hann júst vunnið sær ein fyrstaprís í Íslenska Tónlistaverðlaunin, í opna bólkinum fyri sangskrivarar.
Hann framførir á BluesPerluni, saman við føroyskari trio.
TogoRhino er ein samanrenning av tveimum dønum, einum úr Togo og einum úr Gambia, og verður teirra afrikanskt inspireraði bluesur skýrdur at verða hypnotiserandi, sprellivandi og fullur av orku - alt í senn. Sum vant hava vit eitt navn við sum ikki er kent fyri blues burturav og í ár er tað Lyon Hansen. VIt kenna hann sum ein framúr tulkara av sínum egnu sangum - altíð fullur av sál og originaliteti, og tað verður spennandi at hoyra Lyon klæddan í í bluesham hetta kvøldið.
Bluesararnir úr Froðba eru sjálvsagdir á 10-ára haldinum hjá BluesPerluni. Hesir garparnir, við Kristiani Holbæk á odda hava í nógv ár hildið fast í sínum lurtarum og eru ein bólkur sum altíð setur futt í konsertina. Froðbiar Bluesorkestur eru ringir at koma uttanum.
Una Debess nýtist heldur ikki nakra størri presentatitión, tá hann nú í nógv ár hevur verið ein ímynd av bluesi her á landi. Ein fjøltáttaður tónleikari og sangskrivari sum leingi hevur verið, og enn stendur heilt frammi á føroyska bluespallinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald