Bluestónleikur er gamai í sínum uppruna. Frá at hava verið til samanhalds hjá afro-amerikanarum í 1800-talinum, fekk bluestónleikurin ein fastari form í byrjanini av 1900-talinum, og bleiv harvið útbreiddur til fleiri og fleiri samfelagsbólkar. Síðan hevur hann ment seg og tikið skap av rákum í tíðini, til í dag, har vit kunnu hoyra alt frá tí heilt gamla til nýbrot, sum hoyra tíðini til.
Árliga BluesPerlan fer aftur hesaferð at feira bluestónleikin, sum eisini hevur nógvar fjepparar í Føroyum. Hetta tiltakið hevur nú í mong ár givið føroyingum eina breiða viftu av hvat bluestónleikur kann ljóða av og í ár legst avtrat.
Finnin Ismo Haavisto er væl kendur runt um í heimi og fer á BluesPerluni at framføra einsamallur við sínum gittara. Aftaná meira enn 35 ár í bluesinum megnar hann væl at fylla pallin við sínum eyðkenda spæli og sangi, sum ofta er bluestónleikur í eldri sniðið.
Úr Danmark kemur Ole Frimer við sínum bólki. Hann hevur verið ein ímynd í donskum bluestónleiki síðan nítiárini, vunnið fleiri virðislønir og hevur higartil lagt knappar tjúgu útgávur eftir sær. Stílurin stílur er rættuliga tíðarleysur men tó tengdur at rákum í seinnu helvt av seinastu øld.
Seinast er Uni Debess & The Tomcats. Uni hevur alt sítt vaksna lív viðlíkahildi og lagt avtrat føroyska bluesarvinum. Hann setur altíð sín egna dám á tónleikin - verið tað seg hansara egnu løg ella tøkuløg og her á landið hevur hann, um nakar víst á týdning bluesins. Í so máta kann man siga, at um Uni ikki var her, so hevði hann mangla. Avtrat sær hetta kvøldið hevur hann Fríða K. Bjørgvin og Sophiliu, sum fara at framføra nøkur løg saman við Una & The Tomcats.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald