Mentan

Bob Dylan á Roskilde festivalin

Stóri festivalurin hevur kunngjørt 32 nøvn afturat í dag

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2019-02-28 18:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í summar er enn einaferð møguleiki at uppliva eina av størstu legendunum á tónleikapallinum, sum enn er á lívi, gitna sangskrivaran Bob Dylan.

Í summar verður hann at hoyra á stóra festivalinum í Roskilde.

Bob Dylan var eitt av 32 nøvnum, sum festivalurin í dag kunngjørdi, sum fóru at vera við á plakatini á festivalinum, sum verður hildin 29. juni til 6. juli.

77 ára gamli Bob Dylan hevur spælt á Roskilde fyrr, men vit skulu heilt aftur til 2006 fyri at finna hansara seinastu framførslu á størsta festivalinum í Norðurlondum. í 2016 fekk Bob Dylan tann stóra heiður, at verða kosin til móttakara av virðisløn Nobel’s í bókmentum.

Ein onnur legenda, sum varð kunngjørd í Roskilde í dag, er fyrrverandi sangarin í Led Zeppelin, Robert Plant, sum kemur til Roskilde við egna bólki sínum, The Sensational Space Shifters.

Eisini spanska Rosalía kom á plakatina, og verður at síggja millum høvuðsnøvnini saman við teimum, sum fyrr eru kunngjørd, eitt nú The Cure, Cardi B., Robyn og MØ. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder